Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á heimavølli í týsku bundesliguni móti Stuttgart.
Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 33-29. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Tað gekk rættiliga væl hjá Hákuni, ið skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir í dag.
Füchse Berlin er nummar fýra í deildini við 17 stigum, sama stigatali sum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt. Fremst eru Melsungen og liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf, ið hava 18 stig hvør.
Komandi hóskvøld klokkan 19.45 hevur Füchse Berlin torføran dysti á útivølli í Champions League móti PSG í París.