Fólkatingsumboðan fyri C - og teg

Eg bjóði meg fram at fara í Fólkatingið. Ein fólkatingssessur kann veruliga gera mun fyri okkum føroyingar, um sessurin verður røktur til fulnar. 

 

Eg virði føroyska fólkaræðið, tí í Føroyum fremja løgting og landsstýri fólksins vilja. Og eg verði umboð fyri alt Føroya fólk í virðiligum samstarvi við politisku myndugleikarnar í Føroyum. Føroyskar politiskar ósemjur skulu loysast í Føroyum og ikki á Fólkatingi. 

 

Eg vil samstarva breitt um ítøkilig úrslit. Eg vil samstarva við føroyskar myndugleikar, stovnar, vinnu- og mentanarlív, har ein fólkatingssessur kann gera mun. Og eg verði tøk hjá teimum føroyingum, sum koma tvørt fyri í skipanini. Samstundis fari eg frá fyrsta degi at fylgja væl við í politiskum málum, sum hava við Føroyar at gera. 

 

Gott og virðiligt samstarv og samskifti við umheimin er ein grundtreyt fyri okkara samfelag, og tí er neyðugt við eini væl skikkaðari umboðan á Christiansborg.

 

Við mínum politisku royndum og drúgvu og fjølbroyttu arbeiðsroyndum annars í viðførinum, fari eg at arbeiða ótroyttiliga fyri føroyingar og Føroyar á fólkatingi, um eg fái høvið. 

 

Setir tú krossin við meg, so velur tú eina arbeiðssama og væl skikkaða kvinnu á Fólkating. 

 

Kristianna Winther Poulsen,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin