Fólkini á gólvinum vita best!

Fólkini, sum starvast á gólvinum, eru ekspertarnir! Tað eru tey, sum dagliga uppliva avbjóðingarnar – tað, ið ikki riggar – og tað, ið riggar.

 

Sum lærari og skúlastjóri havi eg sannað, at pappírsarbeiði og fundarvirksemi fyllir alsamt meira.  Sama havi eg hoyrt t.d. námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar siga. Veruleikin er helst tann, at støðan er hin sama hjá teim flestu, sum arbeiða við menniskjum.

 

Vit vita, at pappírsarbeiðið fyllir alsamt meira! Og vit vita eisini, at í fleiri førum er tað neyðugt!

 

MEN tað skal ongantíð stjala tíðina, tú annars hevði havt saman við sjúklinginum, brúkaranum, barnagarðsbarninum ella skúlanæminginum.

 

 

 

Sum hesi starvsfólk so mangar ferðir hava ført fram:

 

  • Okkum tørvar fleiri fólk á gólvinum!
  • Okkum tørvar fólk at røkja kjarnuuppgávurnar!
  • Okkum tørvar góðar arbeiðsumstøður!
  • Okkum tørvar eina løn, ið vit kunnu liva av!

 

 

 

Vit, sum bjóða okkum fram í politikki, skulu lurta! Tí tað er á gólvinum, at kjarnuarbeiðið verður framt! Tað er á gólvinum, at tey vita best!

 

 

 

Jóhannis Joensen,

 

Javnaðarflokkurin