Frystilínuskip á ymiskum havleiðum

- Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, men veðurvánirnar fyri fyrstu dagarnar í vikuni eru ikki góðar.

Í løtuni fiskar eitt ísfiskalínuskip undir Føroyum. Teir fáa mest av hýsu og nakað av toski. Eitt annað ísfiskalínuskip liggur.

 

Av frystilínuskipunum fiska fimm í føroyskum sjógvi. Eitt er í íslendskum sjógvi, eitt í NEAFC-øk, eitt er í grønlendskum sjógvi, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Ísfiskalínuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu, og so fáa tey eisini nakað av svartkalva.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin í næstu viku verður brúkiligur, men veðurvánirnar fyrst í vikuni eru ikki góðar.

 

- Veðrið verður frægari, sum næsta vika gongur, men vit vænta ikki nógvan útróður, verður lagt aftrat.