- Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar norðan fyri og skuldi ætlandi landa fyrst í hesi vikuni.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Av frystilínuskipunum fiskar eitt undir Føroyum, tvey eru á Íslandsrygginum, tvey á Flemish Kap, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi.
Um streymviðurskifti og veður hesa vikuna verður sagt, at líkindini eru góð. Ti verður eisini roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni.
- Fleiri útróðrarbátar fiska á Føroyabanka, og sagt verður frá hampiligum fiskiskapi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.