Fyrsti býráðsfundur í Havn í hesi setuni

Í gjár høvdu nýggju býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fyrsta býráðsfund í nýggja árinum og í hesi setuni. Talan var um eyka býráðsfund, og á skrá var val av limum og tiltakslimum til føstu nevndirnar, eins og av limum til aðrar nevndir.

Á skrá var eisini broytingar í vinnunevndini. Vinnunevndin hevur higartil verið undirnevnd hjá fíggjarnevndini, og við 11 atkvøðum fyri og tveimum ímóti samtykti býráðið við fyrstu viðgerð at umskipa vinnunevndina til fasta nevnd á jøvnum føti við hinar føstu nevndirnar undir býráðnum. 

 

Sostatt verður talið av føstum nevndum níggju.

 

##med2##

##med3##

##med4##