Ganga fram í øllum lutum

´Í Føroyum ganga vit fram í flestu lutum. Búskapurin er vaksin við miklari ferð og somuleiðis fólkatalið.

 

Vit taka okkum fram í mongum vinnugreinum, umsita størri part av okkara egnu viðurskiftum og roynast væl í samstørvum við onnur lond, har vit sleppa framat.

 

Tá Føroyar styrkna, veksur sjálvsálitið, og tann eina dag hava vit ongan blokk fyri neyðini.

 

Vilja vit tað, megna vit eisini at skipa okkara egnu løgreglu og dómstólar og samráðast á egnum grundarlagi um uttanríkis- og verjumál á øllum heimsins pallum.

 

Tveir skúlar

 

Í Danmark hava tey sæð skriftina á vegginum. Har finnast tveir skúlar av politikarum og embætisfólkum.

 

Tann størri bókurin eru traditionalistarnir, sum vilja gøllhalda um yvirskipað danskt vald yvir Føroyum og okkara havøki umvegis avoldaðu heimastýrislógina.

 

Tann minni bólkurin eru pragmatikararnir, sum væl skilja, at Føroyar trívast ikki undir spennitroyggjuni, og tí taka undir við at nýskipa samstarvið millum londini á jøvnum føti.

 

Teir flestu pragmatikararnir halda tó enn lágan profil, tí alment blokerar statsvaldið framvegis allari javnseting millum londini við betonjuridiskum tulkingum. 

 

Nýggjar bindingar

 

Statsvaldið hevur í staðin lanserað ein sjarmuoffensiv og heldur nú loyniligar fundir við sambandsstýrda landstýrið í einum samstarvsráði, sum onki fólkaræðisligt kjølfesti hevur.

 

Hvat hendir í sonevnda samstarvsráðnum, fáa hvørki almenningurin, fjølmiðlar ella løgtingið innlit í. Har er læst og fyribundið, eisini fyri almennum innliti í málini.

 

Í danska fíggjarmálaráðnum er latið upp eitt lensiportur, haðani tey lempa milliónir niður í trillubørurnar hjá føroyskum fólkatingsmonnum.

 

Sum lýdnir óvitar taða teir glaðir politiska vígvøllin í Føroyum við donsku náðigávunum, sum skulu binda bondini tættari í donsku fíggjarlógina.

 

Hetta verður gjørt, hóast avtalan um fastfrysta blokkin millum almenna Danmark og almennu Føroyar er niðurfeld í lóg.

 

Atferð teirra líkist eini desperatari roynd at binda Føroyar búskaparliga aftur í donsku fíggjarlógina við takksemisskuld, hóast vit eru ríkari enn danir mált eftir BTÚ fyri hvønn íbúgva.

 

Vinnarabreytin

 

Hetta er ein steinsikkur taparabreyt fyri Føroyar. Vit koma undir størri trýst at lata vald frá okkum, og okkara stremban eftir at taka við landsins ábyrgd linkar og kann í ringasta føri fara fyri bakka.

 

Vit skulu halda okkum til vinnarabreytina, har vit støðugt menna okkara samfelag og búskap, taka við egnari ábyrgd og samstarva við onnur lond á jøvnum føti – ikki minst Danmark.

 

Magnið í føroyskari samfelagsmenning er tjóðarbyggingin. Hon má ongantíð steðga. Vit skulu stútt og støðugt ganga fram í øllum lutum, eins og samtykt varð longu í 1888.

 

Tann boðskapin vil eg fegin bera fram aftur á fólkatingi og rudda slóð fyri einum javnbjóðis og virðiligum samstarvi millum Danmark og Føroyar.

 

Magni Arge,

 

Tjóðveldi