Samstarvið millum StÍF og venjara er endað

Dan Muurholm Jurgensen verður ikki longur venjari hjá kvinnunum hjá StÍF

StÍF og venjarin, Dan Muurholm Jurgensen, steðga samstarvinum.

 

Hesum boðar hondbóltsfelagið StÍF frá í dag.

 

Dan Muurholm Jurgensen hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og havt ábyrgdina av menningini á gentusíðuni.

 

– Vit vilja takka Dan fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskja honum bestu eydnu á hondbóltsyrkisleið hansara, skrivar StÍF á Facebook.

 

– Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, og vit kunna meira, so skjótt nýggjur venjari er funnin.