Tá Hagstova Føroya fyrr í vikuni almannakunngjørdi hagtølini fyri arbeiðsloysi,ið vísti at arbeiðsloysið í Suðuroynni er minkaðniður í helvt eftir einum ári, var tað hóskandi, at ein mynd av Varðanum Pelagic á Tvøroyri fylgdi við greinini á heimasíðuni.
Virksemið á Tvøroyri er so smátt byrjað aftur, nú bygningurin er endurreistur eftir syrgiliga eldsbrunan, ið legði størsta arbeiðsplássið á oynni í oyði í juni í fjør.
Nýggja virkið er tó ikki einans ein endurskapan av gamal virkinum, men hevur man valt at gera ymiskar íløgur, ið hava til endamáls at virðisøkja tann fiskin meiri enn áður, ið virkið keypir frá skipunum. Í fyrstu atløgu er talan um ein nýggjan IQF frystara, men aðrir íløgur bíða í framtíðini.
- Við nýggja frystaranum fara vit frá einans at kunna frysta blokkar á 10-15 kilo til at kunna frysta einstakar fiskar ella einstøk fløk. Tað merkir, at vit í størri mun kunnunøkta tørvin hjá keyparum, ið hava ávís ynskir.Fyri okkum merkir tað, at vit fáa atgongd til nýggjar keyparar, og kunnu velja hvussu vit frysta fiskin alt eftir hvør prísurin er, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic.
Surimi bíðar
Umframt íløguna í nýggju frystimaskinuna, so er eisini gongd í øðrum verkætlanum, ið skulu virðisøkja keypta fiskin, men fyrst má dagliga virksemið í virkinum fáast í rættlag aftur.
Ein av teimum íløgunum, ið liggur og bíðar, er nógv umtalaða surimiframleiðslan. Ætlanin var at fara undir hesa framleiðslu á gamlavirkinum og vóru maskinurnar settar upp, men eldsbrunin steðgaði upprunaligu verkætlanini.Maskinurnar fingu tó ikki skaða í eldinum og kunnu sostatt brúkast í nýggja virkinum.
- Vit hava tískil maskinurnar, men arbeiðsorkan manglar. Vit vónaðu at fáa menningarkvotur til hesa verkætlanina, mentað bleiv av ongum. Tá man ikki fekk kvoturnar,raðfestu í staðin at fáa alt annað upp at koyra. So tað er ikki slept, men vit hava valt at brúkt orkuna at fáa dagliga virksemið upp at koyra, greiðir Bogi Jacobsen frá.
Sterk í trúnni
Hóast metingarnevndin hjá Fiskimálaráðnum ikki trúði uppá surimiframleiðsluna á Tvøroyri, og vísti til at líknandi royndir áður vóru miseydnaðar, so eru Bogi Jacobsen og restin av toyminum á Varðanum Pelagic sterk í trúnni.
- Vit trúgva upp á, at tað letur seg gera,
hóast metingarnevndin ikki trúði upp á tað. Teir vildu vera við, at tað er roynt fyrr og tað eydnaðist ikki. Men økið og tøknin er ment nógv síðan síðstu royndirnar. Tað er tó ikki bara at trýsta á start og byrja. Tað krevur arbeiðsorku, tíð og fíggjarliga styrki at fáa í gongd, sigur stjórin, ið vónar, at man kann byrja surimiframleiðslu næsta ár.
Surimiframleiðsla setir eisini heilt nýggj krøv til skipini, ið fiska svartkjaftin og selja hann til virkið. Um svartkjaftur skal virkast til surimi, skal fiskiskapurin ganga skjótari enn áður, so at góðskan er so høg sum møgulig, tá lastin verður landað.
- Vit hava hesi skipini. Og um vit hava kvoturnar, skipini, manningina og fíggjarligu orkuna, so kann surimiframleiðsla broyta svartkjaftafiskiskapin í Føroyum. Um tað eydnast at virðisøkja hann, verður tað einvinningur fyri alt tað føroyska samfelagið, sigurBogi Jacobsen.
Lodnan er fyridømi
At tað ber til at virkisøkja ymisk fiskasløg í Føroyum um fortreytirnar eru tær røttu er stjórin í Varðanum Pelagic sannførdur um, og vísir á lodnu sum fyridømi.
- Fyri nøkrum árum síðani, endaði stórur partur av lodnuni, ið føroysk skip fiskaðu, sum mjøl. Føroyar megnaðu tó at byggja ein góðan marknað fyri lodnu til matna í Japan og Russlandi. Fyrsta árið vit royndu, rindaðu vit umleið tríggjar krónur fyri kiloið, tá vit keyptu lodnu frá skipunum, men var kiloprísurin 6,5 krónur at enda, sigur Bogi Jacobsen og leggur afturat.
- Tað var møguligt, tí vit fingu eitt samstarv um góðsku millum skip, virki og keyparar. Tað gjørdi, at vit fingu lyft góðskuna og prísin. Tá man tosar um virðisøking, so er lodnan nokk tað fiskaslagið, ið hevur flutt seg lutfalsliga longst í prísi.
Alfa og omega
Sólskinssøgan við lodnuni fekk tó ein bráðan enda, tá íslendingar avgjørdu at seta forðingar fyri føroyingum, tí kappingin á altjóða marknaðinum gjørdist ov hørð. Tað merkir, at føroysk skip sleppa í minni mun at landa í Føroyum, men mugu landa lodnuna í Íslandi. Meðan politikarar og embætisfólk royna at loysa tann knútin, so er lodnan kortini tann søgan, ið sambært Boga Jacobsen vísir hvat er neyðugt fyri at virðisøkja fisk.
- Lodnan er besta dømi um, at tað ber til at virðisøkja rávøruna, um man setir fokus á góðsku. Tað er alfa og omega í øllum, tá man snakkar um at fáa meira virði úr fiskinum.
Góðskan má vera so góð, at keyparin velur okkum framum onnur, vísir hann á.
Tað er tó lættari sagt enn gjørt og stúrir Bogi Jacobsen fyri eini gongd, har góðskan verður alsamt verri, tí kapitalurin verður tikin úr vinnuni, ið aftur førir til, at flotin ikki verður endurnýggjaður.
- Línuflotin er hundagamal, botnfiskaflotin er somuleiðis øgiliga gamal og pelagiski flotin, ið er tann nýggjasti, er eisini um at vera afturúrsigldur. Vit keypa skipini, ið øll onnur hava vrakað. Man skal bara vera klárur yvir, at eldri flotin er, verri góðsku fær man. Um man ynskir at vera fremst og fáa besta prís, so skalman hava nýggjastu skipini og bestu útgerð álandi, sigur Bogi Jacobsen og heldur á.
- Trupulleikin hjá okkum er, at um góðskan á fiskinum er vánalig, so fáa virkini ikki gjørt hana betri. Óansæð hvat man ger, so fær man ikki gjørt tað betri, enn rávøran man fær at arbeiða við. Tí er umráðandi at hava ein fiskiflota, ið er nýggjur og í góðum standi. Tað fær man ikki við hesi fiskivinnunýskipanini, tí man hálar so nógvan pening úr vinnuni, at man bara kann keypa tey skip, ið onnur hava vrakað.
Tollmúrar í vegin
Tað eru heldur ikki nógv ár síðan, at man í
Varðanum arbeiddi við tankum at gera eitt makrelvirki í Føroyum, ið millum annað skuldi framleiða makrel í dós. Men eftir at man hevðiarbeitt við tí í eina tíð, tekningarnar vóru gjørdarog alt var kannað, bleiv verkætlanin løgd á ís, tí mett varð, at tollmúrarnir í ES vóru ov høgir. Sostatt spurdist einki burturúr ætlanunum tá.
- Man metti seg ikki vera kappingarføran í Føroyum vegna tollmúrarnar í ES. Tí bleiv taðparkerað, men man kom so mikið langt, at mankann taka tað fram aftur, sigur Bogi Jacobsen.
Í staðin verður tað mesta av makrelinum ogsildini, ið verða landað í Føroyum, útflutt uttanat tað er stórvegis virkað, meðan svartkjafturinantin verður til mjøl ella frystur og seldur til Asia, Russland og Afrika. Orsøkin er ikki, at føroysk virkir ikki ynskja at virka fiskin meira, men tí at tollmúrar gera tað ov dýrt.
- Vit miðja altíð eftir at virðisøkja okkaravørur, men tað er ikki altíð, at nøkur virðisøkinger í at virka fiskin. Í ávísum førum er talan um eina virðisminkan. Tí man rennir seg inn ítollmúrar og aðrar politiska mótstøðu í heilum.Í teimum londum, ið innflyta fisk frá okkum, hava tey sjálvi eisini ein áhuga í at virðisøkjafiskin og skapa arbeiðspláss til egnar borgarar.Tí innflyta tey gjarna óvirkaðan fisk, meðanhøgur tollur verður lagdur á virkaðan fisk, sigurBogi Jacobsen.