GOTT VAL

Nú valdagurin av álvara nærkast, fari eg at heilsa tykkum øllum og ynskja eitt gott val.

 

Eg havi gjøgnum valstríðið møtt nógvum góðum valevnum við góðum meiningum og ætlanum, so har eru nógv góð fólk at velja.

 

Sjálvur eri eg takksamur fyri øll tey, sum vónandi vilja vísa mær persónligt álit 8 desember.

 

Eg eri fult greiður yvir og eyðmjúkur um, at valið er títt góði veljari, og at stuðul tín skal til, um eg skal náa inn um tinggáttina.

 

Eg havi størstu hávirðing fyri Føroya Løgtingi, har avgerðir sum ávirka tín gerandisdag verða tiknar, og við hesari virðing, og havandi teg í huga, vil eg gera mítt allarbesta og viðgera hvørt einasta mál eftir bestu sannføring og eftir besta førimuni, um tú vísir mær álit.

 

Guds signing og Gott val.

 

X við Terja B. Vestergaard