GOTT VAL

Í morgin er Løgtingsval. Nakrar sera hendingaríkar vikur koma at enda nú. Eg leggi her nøkur punkt fram, sum eg havi verið framligur um í hesum valstríðinum:

 

– Rætturin til lív skal staðfestast við lóg

 

– Heilsuverkið skal styrkjast. Vit skula hava fleiri læknar í føstum størvum, útbúgvingarstørv og ambulantar funktiónir.

 

– Sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og onnur við bachelor- og professiónsbachelorútbúgving skula hava hægri løn

 

– Fleiri kommunulæknaviðtalur skula latast upp í landinum, og tær skula altíð vera mannaðar

 

– Heilivágur, sálarfrøði- og tannlæknahjálp skal vera ókeypis

 

– MVG og onnur avgjøld á gerandisvørum, olju, bensin og sethúsabygging skula takast av

 

– Vanligi borgarin skal rinda minni í skatti

 

– Barsilsútgjaldið skal hækkast, og minstamark skal innførast umframt, at skipanin skal leingjast og vera meira smidlig

 

– Ansingarpeningurin skal fylgja barninum

 

– Kristin skula hava absoluttan rætt at fylgja sínum bíbilsku sannføringum. Vit skula hava trúarfrælsi, men ikki trúarjavnstøðu.

 

Gott val til tykkum øll í morgin. Minnist til at atkvøða upp á Miðflokkin

 

 

 

Aksel Kambsskarð Berg

 

Valevni fyri Miðflokkin