Granskingarsamstørv mennast nógv meira millum ríkispartarnar

Gransking og menning er altavgerandi fyri, at okkara samfelag skal flyta seg framá innan øll økið.

 

Ein stór styrki hjá okkum her í Vestureuropa er, at vit loyva ungdómum at flyta millum lond at hitta onnur ung, t.e. inspirerast, læra og mennast av samstarvi.

 

Tí skal eisini orka leggjast í at fáa ment samstarvið innan hesi granskingarøkið:

 

- Orkugransking, sum kann menna okkara framtíðar grønu orkuloysnir við varandi orku

 

- Tøkniliga gransking fyri at menna betri framleiðsluhættir

 

- Matvørugransking, sum kann menna okkara rávørur til eina liðugt-matvøru, eitt matvøruframleiðandi land heldur enn rávøruútflytari

 

- Havgransking - tað verður raðfest at granska í havstreymum, men vit eiga áhaldandi at verða við og satsa uppá at fáa eitt havgranskingarinstitut lagt í Føroyum fyri Norðuratlantshavið

 

- Heilsugransking - vit hava allar møguleikar at verða sera frammaliga innan heilsugransking og gagnnýta okkara tilfeingið frá FARGEN til hetta - vit eiga at fáa munandi meira burturúr í vitanarhøpi til gagns fyri okkara borgarar

 

- Diabetesgransking - stovnsetan av einari diabetesmiðstøð í Føroyum. Novo Nordisk grunnurin og Heilsumálaráðið eru farin í samstarv um eina diabetesmiðstøð 

 

- Biotøkni og gentøkni er framtíðin og mugu vit satsa uppá samstørv við størri feløg og granskingarstovnar uttanífrá um at byggja hesa vinnu upp í Føroyum

 

- Medicinalframleiðsla eri eisini eitt kjarnuøkið, sum vit eiga at menna - vit hava møguleikan og saman við øðrum ber alt til

 

Hesum vil eg arbeiða við at formidla og viðvirka til at fáa sambond knýtt og útvega fígging.

 

Eg vil arbeiða fyri, at vit í Føroyum fáa atgongd til danskar granskingar- og menningargrunnar. Júst sum europæiska meginlandið hevur gjørt menningarætlanir við granskingarsamstørv, soleiðis skulu vit eisini menna okkara økir við granskingarsamstarvi og fíggingarmøguleikum í Ríkisfelagsskpinum.

 

Og vit skulu longur fram á leið - vit eru partur av Europa og skulu framhaldandi vera við í EU Horizon-verkætlanum - tit ungu skulu hava bestu korini - við góðum menningarkorum fyri ungdómin tryggja vit Føroya framtíð.

 

Set X við

 

Johan Dahl

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið