Heðin Weihe, leiðari á Quick Service Mynd: Álvur Haraldsen

Hava flutt Quick Service í hølini hjá Bilrøkt

Fyri tveimum árum síðani setti fyritøkan P/F Wenzel á stovn verk­ staðið Quick Service, ið sum navnið sigur ger skjótar umvælingar.

Heðin Weihe, leiðari á Quick Service Mynd: Álvur Haraldsen

– Tað kann vera bremsur, at skifta kobling ella annað, sum í høvuðsheitinum kann gerast upp á ein dag, sigur Heðin Weihe, sum er leiðari á Quick Service.

 

Talan er bæði um eftirlit, olju­ skift, bremsur, dekk, útstoyt, undir­ vogn ­ her undir stýrilið, upphangs­ kúlur, fjarar, búsningar, leiðir, tannstong – kamreim á flest øllum merkjum, umvæling og góðkenning av sýnseðlum, lykt­kanningar og peruskift.

 

Ella sum fyritøkan skrivar á heimasíðuni, at »Wenzel Quick Service avgreiðir, saman við verk­ staðnum, skundserviceuppgávur. Skjót og góð tænasta 11 – til frama fyri kundar okkara – ja vit gera flest allar mekaniskar umvælingar«.

 

Og har verða øll bilmerki um­ væld. Talan er ikki bara um bilmerki, sum Wenzel umboðar, men um øll bilmerki. Á Bilrøkt vóru tey eisini von við at umvæla øll bilmerki, so tann tænastan heldur fram í sama húsi.

 

Verkstaðið byrjaði í smærri hølum, men eftir at Bilrøkt varð lagt saman við Wenzel, so er Quick Service flutt oman í Stiðjagøtu, har Bilrøkt hevði verkstað.

 

##med2##

 

Heðin Weihe, leiðari á Quick Service Mynd: Álvur Haraldsen