VFF Cup: NSÍ vann stórsigur og B36 vann á HB

Tríggir dystir vóru leiktir í VFF Cup í kvøld

Tríggir dystir vóru leiktir í VFF Cup í kvøld.

 

NSÍ vann stórsigur og EB/Streymur vann tepran sigur. B36 gjørdi nakað so sjáldsamt at vinna á HB. 

 

Úrslitini í kvøld

 

NSÍ-07 Vestur 7-2 (1-1) - málskjúttarnir eru ikki tøkir.

 

EB/Streymur-B68 1-0 (0-0) - málskjúttin er ikki tøkur.

 

HB-B36 0-1 (0-1)

 

0-1 Hannes Agnarsson (25.)

 

Í morgin klokkan 13.15 spæla Víkingur og TB í Sarpugerði. Dysturin FC Suðuroy-KÍ er avlýstur.

 

Kelda: FaroeSoccer