– FMA er eitt tiltak, sum varpar ljós á nakað av tí besta, sum undanfarna tónleikaár hevði at bjóða uppá.
Soleiðis sigur Rólant Waag Dam um ársins FMA virðirslønir, sum verða lætnar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
– Tað, sum vit fáa, er gott og rættiliga fjølbroytt. Vit hava 11 ymiskar framførslur, og tær eru alt frá tí, sum minnir um jazzmusikk, til punk, sum tey hálova í londum rundan um okkum.
Dómsnevndirnar hava seinastu vikurnar lagt seinastu hond á, og allar tilnevningarnar eru nú komnar upp á pláss. Talan er samanlagt um 16 tilnevnginar. Níggju tilnevningar eru býttar út á báðar høvuðsflokkarnar popp/rokk og opnan bólk, ið fevnir um aðrar tónleikagreinar. Hinar sjey tilnevningarnar eru tvørtur um báðar flokkarnar.
Til flestu virðislønirnar skulu dómsnevndirnar velja ein vinnara út av fleiri tilnevndum. Til fýra teirra eru kortini eingi tilnevnd, tí at tær virðislønirnar verða beinleiðis latnar vinnaranum uttan at tilnevna nakran. Tær virðislønirnar eru Áhoyraravirðislønin, Ársins tekstur, Ársins húsi og virðismetta Ársins tónleikaheiður.
– Ársins tónleikaheiður er ein virðisløn fyri umfatandi og drúgt íkast til føroyskt tónleikalív. Áður hava fólk sum Simme, Annika Hoydal, Ólavur Hátún og Brandur Øssurson fingið virðisløninina, sigur Rólant Waag Dam og leggur aftrat, at í hesari virðislønina verða fólk ikki tilnevnd, tí heiðurin verður bert latin.
Nýggj nøvn sleppa framat
Fleiri av tungvektarunum í føroyskum tónleiki eru ikki umboðaðir í tilnevningunum í ár, og hetta hevur givið pláss til, at fleiri nýggj nøvn sleppa framat. Rólant Waag Dam nevnir í hesum sambandi Eivør Pálsdóttir, Teit Lassen, Lenu Anderssen, Connie Kass og Guðrið Hansdóttir og vísir á, at tey hava ikki útgivið tað stóra farna árið.
– Hesi eru fólk, sum hava verið við til at mynda føroyska tónleikapallin. Tey hava ikki givið nevnivert út í fjør, og tað gevur pláss fyri øðrum fólkum, sigur Rólant Waag Dam.
– Tað hevur við sær, at tilnevningarnar í ár eru merktar av, at nógv nýggj - og kanska eisini yngri - nøvn eru sloppin upp í part. Marius DC, til dømis, hevur fýra tilnevningar. Og hetta er galdandi í fyri onnur eisini.
Tað loysir seg at loyva yngra ættarliðnum framat. Jasmin, sum vann virðisløn fyri Ársins kvinnuliga sangara á FMA í fjør, hevur veruliga fingið luft undir veingirnar.
– Jasmin vann í fjør, og hon hevur eisini fleiri tilnevningar í ár. Hyggja vit eftir teimum báðum undanfarnu árunum, so hevur hon alvorliga sligið navn sítt fast í føroyska tónleikaheiminum, í øllum førum í FMA regi.
– So hava vit eisini Joe & The Shitboys, sum høvdu havt heilt fáar framførslur áðrenn FMA í fjør. Teir høvdu havt onkra hendinga framførslu. Vit hildu tá, at tað var so mikið markant og øðrvísi, at tað mátti koma við, sigur Rólant Waag Dam og sipar til framførsluna hjá Joe & The Shitboys til FMA í fjør.
– Og 2019 hevur, um nakað, verið árið hjá teimum. Teir eru við aftur í ár sum tilnevndir, men teir spæla eisini bæði til FMA tiltakið og FMA Showcase tiltakið, ið vit hava fríggjakvøldið.
Joe & The Shitboys vóru herfyri eisini á listanum hjá NME yvir topp 100 nýggju nøvnunum, ið vit skulu halda eyga við.
– Tað er kempistórt, og teir hava síðani eisini fingið plátusáttmála í Onglandi, sigur Rólant Waag Dam.
Hava fingurin á pulsinum í føroyska tónleikalívinum
Arbeiðið at finna og tilnevna tónleikanøvn hevur gingið væl, heldur Rólant Waag Dam, men tað er heldur einki undranarvert í tí, tí dómsnevndarlimirnir vita, hvat rørir seg á føroyska tónleikapallinum.
– Hetta er fólk, sum fylgja við og sum hava fingurin á pulsinum frammanundan, sigur Rólant Waag Dam.
Fyri at tryggja sær at einki dettur niður ímillum, samlar arbeiðsbólkurin kortini eitt yvirlit yvir útgávur og annað, ið hevur verið gjøgnum árið, sum síðani verður latið dómsnevndunum.
– Vit fáa útgávurnar hjá Tutl, hyggja í savnið hjá Kringvarpinum, og vit seta okkum í samband við onnur fólk, soleiðis at vit fáa so fullfíggjað yvirlit sum gjørligt.
Dómsnevndirnar fara síðani gjøgnum tilfarið og senda tilnevningarnar til Rólant Waag Dam, sum hevur til uppgávu at telja saman. Fíggjarleiðarin í Kringvarpinum eftirkannar samanteljingina, og tá tað arbeiðið er avgreitt, fara tilnevningarnar út aftur til dómararnar at meta um.
Fjølbroyttar dómsnevndir
Níggju fólk sita í hvørjari dómsnevnd, og tað eru fólk við ymiskari bakgrund.
– Summi eru eldri, summi eru yngri, og vit royna at tryggja eina ávísa geografiska umboðan, so tað ikki bara eru fólk úr høvuðsstaðnum, men fólk um alt landið, sum sita í dómsnevndunum. Vit royna eisini at tryggja, at tað ein javnvág í kynsumboðanini, so at tað ikki bara eru gamlir menn, sum taka hesar avgerðirnar um tilnevningar og vinnarar.
Rólant Waag Dam ger greitt, at tað eru ikki neyvt tey somu fólkini, sum sita í dómsnevnd ár um ár. Tey, ið vanliga sita í dómsnevnd, eru eisini virkin á føroyska tónleikapallinum, og neyðugt er at tryggja, at gegnið er í lagi.
– Summi eru virknir tónleikarar, onnur eru kanska maki ella systkinabarn at onkrum, ið gevur út. Tá er tað, vit siga, at skeggið skal helst ikki sita ov tætt at høkuni, so at gegnið og habilitetur er í lagi. Ert tú virkin tónleikari og hevur givið út sjálvur, so kanst tú ikki vera dómari. Tú kanst heldur ikki standa á takkarlistanum hjá onkrum, ið hevur givið út, sigur Rólant Waag Dam, sum leggur aftrat, at arbeiðsbólkurin ynskir eisini eina ávísa útskifting í dómsnevndunum, soleiðis at tað ikki er sama manning, ið tekur avgerðir um tilnevningar hvørt ár.
Nógv at vísa fram
Tá spurdur um, hvat áhoyrarin fer at uppliva leygarkvøldið, sigur Rólant Waag Dam, at umframt tær 11 framførslurnar verður talan sjálvandi um eitt kvøld, har føroysk tónleikamentan er í hásæti.
– Vit fara at fáa eina rúgvu av glaðum vinnarum. Kanska onkur verður eitt sindur bilsin av at fáa eina virðisløn, og kanska onkur verður eitt sindur vónbrotin av ikki at vinna.
– Hetta er eitt kvøld, har vit savnast um føroyskan tónleik og geva føroyskum tónleikarum tað herðaklappið, sum teir hava uppiborið. Og vit seta tað í fokus og royna at vera errin av tí, sum er gjørt farna árið. Tað er eitt kvøld, har vit eru errin, og tað er eitt kvøld, sum vit gleða okkum til, tí har er veruliga nógv at vísa fram.
TILNEVNINGAR Á FMA 2020
OPIN FLOKKUR:
Ársins sangari ella einleikari:
Janus Rasmussen
Rógvi á Rógvu
Ólavur Jákupsson
Ársins bólkur ella kór:
Føroya Symfoniorkestur
Afenginn
Tórshavnar Big Band
Ársins útgáva ella konsert:
Vín - Janus Rasmussen
Catch - Plúmm
Klingra - Afenginn
Ársins kompositión:
Songs of solitude and night - Sunleif Rasmussen
Skjálvtin - Afenginn
Lilla - Janus Rasmussen
POPP/ROKK:
Ársins kvinnuligi sangari:
Maarya
Dania O. Tausen
Greta Svabo Bech
Jasmin
Tamara
Ársins mannligi sangari:
Ingi Poulsen
Lyon Hansen
Marius DC
Ragnar Finsson
Pól Arni Holm
Ársins sangur:
Kostbar - Ingi Poulsen
When I Was A Kid - Flowin
All My Bones - Greta Svabo Bech
Juliet - Lyon
Symphony of Storms - Reality Bytes
Ársins útgáva:
Symphony of Storms - Reality Bytes
The MZA EP - Marius DC
Bones - Greta
I Know It’s Over - Jasmin
The Reson for Hardcore Vibes - Joe & The Shitboys
Ársins bólkur ella einstaklingur:
Ingi Poulsen
Reality Bytes
Marius DC
Joe & The Shitboys
Jasmin
TILNEVNINGAR TVØRTUR UM BÁÐAR FLOKKAR:
Ársins nýggja navn:
Ernst Remmel
Funksjon
Herborg Torkilsdóttir
Marius DC
Reality Bytes
Tamara
Ársins videoløg:
Fremmed - The River (eftir Atla Brix Kamban)
Frum - OCEAN (eftir Barbaru Lervig)
Fróði - 12 fet fyri borð (eftir Daniel Bezares)
Kristina Bærendsen - Mama said (eftir Guðný Rós Þórhallsdóttir)
Lyon - Monkey (eftir Jana Jonhardsdóttir)
Ársins framleiðarar:
Fred Ruddick
Hans Poulsen
Janus Rasmussen
Ársins tekstur
Ársins húsi
Áhoyraravirðislønin
Ársins tónleikaheiður