Hundurin er hálvbardur. Føroyska manslandsliðið vann við góðum avriki 34-27 á Norðurmakedonia í tí fyrra HM Play Off dystinum.
Í steðginum vóru Føroyar á odda 18-14.
Støður undir dystinum: 7-2, 10-7, 15-10, 18-14, 22-18, 26-19, 28-22, 34-27.
Nú skal arbeiðið gerast liðugt komandi sunnukvøld klokkan 18, tá Norðurmakedonia tekur ímóti okkum í Skopje. Tað verður í einum kókandi "heksaketuli", har trýstið verður ræðuligt frá heimafjøldini.
Føroyska álopið skoraði upp á 34 av 41 málroyndum, meðan Norðurmakedonia skoraði upp á 27 av 37 málroyndum.
Føroyar-Norðurmakedonia 34-27 (18-14) - Fyrri HM Play Off dysturin.
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 10/13, Óli Mittún 6/6, Hákun West av Teigum 6/8, Leivur Mortensen 5/5, Vilhelm Poulsen 5/7, Teis Horn Rasmussen 1/1, Kjartan Johansen 1/1.
Pauli Jacobsen bjargaði fýra av 18 málroyndum, og Nicholas Satchwell bjargaði tveimum av níggju málroyndum.