Hugsið tykkum ein grønan fólkaskúla (og aðrar)

Føroyar hava allar møguleikar at ganga undan í at gerast millum grønastu og burðardyggastu lond í heiminum, sum er størsta avbjóðing á okkara klótu. Vit liggja mitt í ríkum livandi tilfeingi og varandi orku. Vit hava ein slíkan nærleika millum okkum, at vit kunnu gera broytingar og leggja um, har øll eru við.

 

 

 

Og hví ikki byrja í fólkaskúlanum (og vøggustovum, barnagørðum og miðnámsskúlum)? Um vit settu okkum hetta málið:

 

  • Allir bygningar skulu vera grønir og hitaðir við grønari orku.
  • Øl ruskviðgerð skal vera bygd á skiljing og endurnýtslu.
  • Øll undirvísing skal innbyggja læru, hugsan og vitan um burðardygd, náttúru, tilfeingi og ringrásbúskap.
  • Matarskipanir í skúlum og á stovnum skulu brúka heilsugóðar og stuttfluttar rávørur og føroyska framleiðslu.
  • Møguleikar at planta, grógva og viðgera slakt og kjøt skulu betrast.
  • Møguleikarnir at hava ein gerandisdag í virðing og samspæli við náttúruna skulu betrast.
  • Samstarv við lokalar framleiðarar og vinnulív og grønar háskúlar kann skipast enn betur.

 

Hetta verður longu gjørt í lutum á nógvum skúlum og stovnum og ymsum átøkum kring landið av dugnaligum starvsfólkum og ungum. Og land og kommunur kunnu samstarva saman við felagsskapum, foreldrum og sjálvbodnum um at fremja hetta.  

 

 

 

Annars eru m.o. hesi mál sett fyri teimum grønu Føroyum í valskránni hjá Tjóðveldi:

 

  • Vit skulu leggja um til grøna og varandi orku í øllum samfelagnum.
  • Vit tryggja stuðul og fígging, so tað loysir seg hjá vanligum fólki at leggja um til grøna orku.
  • Vit vilja samtykka eina bindandi veðurlagslóg.
  • Vit standa saman um SEV, sum okkara felags ogn og amboð til at ganga fremst í grønu orkuumleggingini – og tryggja, at SEV ikki verður sundurpettað og givið upp til ella selt til privat og útlendsk kapitaláhugamál.
  • Tað almenna skal ganga fremst at leggja um til varandi orku.
  • Eitt orku- og umhvørvismálaráð skal skipast, sum burturav arbeiðir við at fáa burðardygd, grøna orku, ringráshugsan, nattúrvernd og málið um at virða og virðisøkja egið tilfeingi inn í allar ætlanir og avgerðir.
  • Ruskskiljing og endurnýtsla skal setast í verk fyri alt burturkast og skipast í til dømis grannaløgum.
  • Allir almennir stovnar skulu taka lut í at gera heilsugóðan mat úr føroyskum tilfeingi.

 

X við E

 

Høgni Hoydal