Hví stillar Miðflokkurin upp til Býráðsvalið?

Í 1992 varð eg valdur sum varamaður í Býráðið, tá á borgaralistanum hjá Petur í Gong, sála. Har sat eg í 3½ ár, tí Petur, vegna sjúku, fór úr ráðnum. Sigast skal, at eg treivst væl í Býráðnum.

Royndir Miðfloksins, at fáa egin umboð vald í Býráðið, miseydnaðust. Vit gjørdust ov stutt og góvust at enda.

 

Til Býráðsvalið í ár var so gott sum full semja um at royna enn einaferð, bæði í Havn, men eisini, fyri fyrstu ferð yvirhøvur, í Klaksvík.

 

Mál okkara er at gera Føroyar tryggari og betri!

 

Royndir mínar, bæði úr Løgtinginum og landsstýrissessinum, hava víst, at væl ber til at gera mun. Lat meg úr rúgvuni nevna nøkur av avrikum Miðfloksins:

 

Avtøkan av einkarættinum á kringvarps og skúlaøkinum. Hetta gav loyvi til fræls kringvarp og frískúlar.

 

Stovnsetanin av føroysku sendistovuni í Ísrael, ein sigur, sum bert fá trúðu var møguligur.

 

Radaramálið varð loyst í friði og náðum.

 

Vit fingu gongd á nýbygging og útbyggingar av húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali, Rásini í Runavík og Setrinum.

 

Og vit kundu hildi leingi á við at víst á samfelagsbroytandi úrslit av Miðflokspolitikki.

 

Men, sigur tú, hetta var jú í landspolitikki?

 

Púra rætt! Men somu klettføstu hugsjónir, og sama ídni, verða drívmegi okkara í Býráðunum!

 

So tú kanst gleða teg til nýggjar tíðir við Miðflokkinum í Býráðunum!

 

Men vit megna onki uttan tína atkvøðu, so bøn okkara er, at tú fer at velja øðrvísi h. 12. nov. 2024.

 

Jenis av Rana, floksformaður og valevni.