Tað verður peikað nógv millum topparnar í Føroyum hesar dagar. Eg fari ikki at peika á nakran persón, men í staðin á tann stóra trupulleikan, sum vantandi bústaðir føra til.
Bústaðartrotið er ein av orsøkunum til, at sethúsaprísirnir í Havn eru methøgir. Útboðið av bústøðum er alt ov lítið. Miðalprísurin á einum sethúsum í Havn liggur í dag um 4 mió. kr.
BANKIN
Øll, sum hava verið í bankanum og spurt um lán, kenna roknistykkið. Tú sleppur ikki at lána meira ein 3 ferðir tína ársløn.
Fyri at lána 3.8 mio. kr. skalt tú tjena 1,27 mió. kr. um árið. Um tit eru tvey, svarar tað til 53.000 kr. um mðr. hvør!
Harafturat kemur kravið um eginfígging, og í síðsta enda at gjalda eitt húsalán á gott 19.000 kr. um mðr.
EINGIN HEVUR RÁÐ AT BÚGVA HER
Tað verður tosað um bústaðarneyð, fólkafráflyting og at fáa barnafamiljur at støðast og trívast, men tað er skjótt at síggja, at flestu fólk hava ongan kjans at keypa sær sethús í Havn. Og eigaraíbúðir eru ikki nógv bíligari.
Vit rópa á tey ungu um at flyta heim, men vit kunnu ikki bjóða teimum eitt stað at búgva.
VIT MUGU BYGGJA
Ófiggjaðar loysnir, sum einans hava til endamál at økja um keypaskaran, er ikki loysnin. Hetta fer einans at føra til øktar húsaprísir, sum bara koma núverandi eigarum og bankum til góðar.
Einasta loysn er at økja um útboðið av bústøðum.
Kommunan má syrgja fyri, at tað verða bygt fleiri
- eldraíbúðir
- lestraríbúðir
- alternativar íbúðir
Í ALLARI KOMMUNUNI
Ikki bara í Havn, men í allari kommununi. Eisini skal eitt almannagagnligt bústaðarfelag setast á stovn, sum kann leiga bíligar íbúðir út.
Tað má og eigur at vera pláss fyri øllum í Tórshavnar Kommunu.
Jan Klein Olsen
Tjóðveldi