Tað er 100 ára føðingardagur í Fuglafirði í dag. Seinni í dag verður føðingardagurin hildin í Siloa í Fuglafirði saman við teimum næstu – eini hálvtannað hundrað fólk.
Karolina ella Utta, sum hon altíð hevur verið nevnd, var gift Jóhannesi Øregaard (f. 1922 – d. 2008). Tey giftust í 1949 og bygdu hús í Geilini, har tey búðu saman við teimum trimum døtrunum – Maria (1951), Henrikka (1953) og Elisabeth (1957). Maria og Henrikka búgva í Fuglafirði, og Elisabeth býr í Havn. Síðani 2016 hevur Karolina búð í Gøtubrá í Gøtu, og har hevur hon tað gott. Ommubørnini eru sjey og langommubørnini átjan í tali.
Heimið hjá Rikku og Victor var eyðkent av, at Victor var trúboðari. Meðan Rikka var heima hjá børnunum, so var Victor ofta á ferð kring landið í ørindum at kunngera gleðiboðskapin. Hann yrkti og umsetti sangir og gav út Guds Fólks Sangbók, skrivaði tvær skaldsøgur og umsetti nógvar bøkur. Høvuðsverkið hjá honum var at umseta Bíbliuna, sum varð givin út í 1949.
Umframt Karolinu er eitt av børnunum framvegis á lívi. Tað er 93 ára gamla Harriet Isaksen, sum býr í Klaksvík.
Rikka og Victor og børnini høvdu sína dagligu gongd í Siloa í Fuglafirði, og soleiðis var tað eisini hjá Karolinu og Jóhannesi og døtrunum. Jóhannes var millum teirra, sum bar orðið fram – bæði inni og úti – og hann vitjaði eisini við gleðiboðskapinum kring landið. Karolina var ein av fleiri orgulspælarum í Siloa. Í heiminum hjá Rikku og Victor var orgul, og Victor lærdi børnini at spæla eftir nótum. Eisini var hon kórleiðari hjá fyrsta kórinum í Siloa, og sostatt hevur hon helst verið fyrsti kvinnuligi kórleiðari í Føroyum.
Karolina gav eisini til tíðir frálæru í orgulspæli, og ikki eru tað so fá børn, sum hava gingið til orgul heima hjá henni.
Orsaka av virkinum hjá pápanum, var tað natúrligt, at nógvar bøkur vóru í heiminum, og Karolinu og hinum systkjunum dámdu sera væl at lesa, so nógvar bøkur vóru lisnar - eisini enskar – og Karolina man vera ein av teimum fáu á hennara aldri, sum dugir ikki so lítið av enskum. Einaferð var hon eisini sum ung genta og ferðaðist við pápa sínum í Skotlandi.
Leikluturin hjá Karolinu var í heiminum. Hon tók sær av manni og døtrum, og skoðsmálið, sum døturnar geva foreldrunum er millum annað hetta:
Babba arbeiddi sum maskinsmiður, og tað var hann einsamallur, sum vann familjuni til lívsins uppihald, mamma var heimaarbeiðandi; hóast hetta í dag verður uppfatað sum ójavnvágur í einum hjúnalagi, so merktist ongantíð nakar ólíkarættur millum okkara foreldur; mamma var altíð heima, hvat kendist ómetaligt trygt hjá okkum døtrum, og babba arbeiddi hvønn dag, men tá ið hann kom heim, so var hann nærverandi og hjálpti eisini mammu um neyðugt. Vit hava havt tvey ómetaliga góð foreldur, sum hava givið okkum tryggleika og alt tað, sum vit høvdu tørv á.
Mamma fór úr skúlanum, tá hon var liðug við barnaskúlan, sum vanligt var tá, men gløgg sum hon er, leitaði hon sær vitan við at lesa og vera forvitin uppá tann góða mátan. Vit eru uppvaksnar við, at um tað var eitthvørt, hon ikki vitsti, til dømis tað sum vit spurdu um, so leitaði hon sær vitan í leksikon’unum, sum stóðu á hillini, og blivu tær nógv brúktar. Var tað okkurt, sum vit ikki dugdu av skúlatingum, varð altíð farið til mammu at fáa hjálp til hetta.
Vit minnast mammu nógv at sita og lesa – men hetta hevði hon sjálvsagt ikki altíð tíð til hetta, tí hús og heim skuldi passast, og tað gjørdi hon til lítar. Tá hon gjørdist eldri og avmarkað kropsliga, kom lesihugurin henni so dyggiliga til góðar, og hevur hon til fyri heilt stuttum (og ger tað onkuntíð enn) sitið klistrað til onkran tekst.
Andaligur sangur fylti nógv í barndómsheiminum hjá mammu. Andakt var hildin um kvøldarnar, og sangur og spæl vóru ein natúrligur partur av hesi løtu. Sangur og spæl fylgdu mammu inn í hennara egna heim, og babba var eisini ein góður sangari og elskaði allar hesar andaligu sangirnar. Tey bæði dugdu so at siga allar sangirnar uttanat í Guds Fólks Songbók. Tað liggur eisini væl fyri hjá mammu at yrkja, hetta plagdi hon at gera til ymisk høvi, og eisini hevur hon týtt tveir sangir, sum eru í NSGF.
Í 70 árunum bleiv ein sangur ofta spældur í kvøðuljómum í útvarpinum, sum amerikanski sangarin, Charlie Pride, sang – tað var sangurin “Did you think to pray”. Mammu dámdi hann so ómetaliga væl, so hon lurtaði, skrivaði orðini niður og týddi hann síðani til føroyskt : “Tá ein nýggjan dag tú byrjar, minst at biðja tá” – hann er sera væl týddur, og hetta er tann eini av hennara sangum, sum stendur í sangbókini.
Mamma er ein av teimum stillu í landinum, hevur ongantíð gjørt nakran háva úr sær sjálvum, hóast hennara góðu evni til mangt og hvat. Hevur trivist væl inni í sínum egna heimi, har tíðin gekst við tí húsliga, gera reint, gera mat og máltíðir klárar, baka, binda og seyma, passa havan, ja hugna um. Hon bakaði altíð breyð, og tey vóru tiltikin góð, tað fáa vit eisini mangan at vita frá systkinabørnunum, sum ofta vóru og ferðaðust hjá okkum. Okkara heim angaði av nýbakaðum breyði og reinleika.
Mamma hevur góðan smag, og tá vit vóru børn, seymaði hon ikki so fá pløgg til okkum, hetta lá sera væl fyri hjá henni, og vit systar minnast, hvussu spentar vit vóru at fáa nýggjar kjólar og annað til høgtíðir. At seyma lærdi hon í Vestmanna, tá hon var ung.
Mamma og babba vóru so góð við hvønn annan og við okkum, tey vóru eitt gott toymi, og tað var ein stór sorg, tá babba fór foldum frá, ikki minst fyri mammu, sum nú hevði mist sín góða mann og sína høgru hond.
Í 2016 flutti mamma á sambýlið Gøtubrá í Gøtu, tá var hon blivin alsamt meira óhjálpin, so illa gekst hjá henni at vera búgvandi heima. Har hevur hon tað gott, siga tær tríggjar Maria, Henrikka og Elisabeth um mammu sína.