Jobmatch fyri “eldri”

Privatir arbeiðsgevarar, tað almenna og kommunurnar mangla arbeiðsmegi í ólukkuligt mát á nógvum økjum. Ein stór og roynd arbeiðsmegi er at finna í fólki, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Tey hava royndirnar, nógvar ymiskar førleikar og eru fleksibul og løtt at hava við at gera hjá arbeiðsgevarum, tí tey hava bæði starva- og lívsroyndir við í skjáttuni.

 

 

 

Sannlíkt eru tey flestu ikki til reiðar at arbeiða fulla tíð, men tað veldst sannlíkt um hvørjar treytirnar eru í starvinum. Løn, arbeiðstíðir og ikki minst innihald og meinging í starvinum hava eisini týdning.

 

 

 

Arbeiðsgevarar gera sær stóran ómak á hvørjum ári at fyriskipa Jobmatch fyri m.a. at tekkjast ungum lesandi fyri á tann hátt at tryggja sær at vera við í kappingini um arbeiðsmegina.

 

 

 

Júst tað sama mugu arbeiðsgevara gera fyri yvirhøvur at koma á tal við hendan partin av royndu og hugaðu arbeiðsmegini. So væl kenna vit føroyingar hvønn annan - og kanska tey eldri, at tað er ikki við  mussaskøðinum, føgrum umsóknum og CV tey fara at bjóða seg fram. Tað gera tey stillfør í verki.

 

 

 

So arbeiðsgevarar – rulla reyðu teppini út, bjóði teimum á Jobmatch, og fái ágóðan av gráa gullinum.

 

 

 

Akkurát hvussu roknistykki um hvussu arbeiðsinntøka skal ávirka fólkapensiónina eru tað nógv boð uppá í valsstríðnum, men tað má viðgerast og smíðast út frá búskaparligum fortreytum.