– Vit hava lítið í Føroyum, men tað, vit hava, er heilt fantastiskt.
Soleiðis sigur Leif Sørensen um ta rávøruna, vit hava í Føroyum. Hann sigur, at tað eru ótrúliga nógvir møguleikar at menna føroysku matvøruna enn meira.
– Vit eru ikki komin til botns í øllum. Har er ymiskt potentiali, sum vit slett ikki hava verið inni á enn. Eg vænti, at tað hevði kunnað verið slóðbrótandi fyri Føroyar, um vit fóru at víðarimenna føroysku matvøruna. Men tað gera vit bara ikki, sigur Leif Sørensen.
– Føroyar er ikki nakað áhugavert matland, sum nú er, haldi eg. Vit ríða á einari bylgju av sjóðkvalitetinum og tí fermenteraða, men tað er ikki nógv annað enn tað. Vit kunnu fara nógv víðari innan fyri góðskuna. Tíverri er alt ov lítið hent á hesum økinum, meinar hann.
–Tey stóru meistaraverkini í køkunum henda øgiliga sjáldan. Koks hevur gaman í nakrar møguleikar, sum hini ikki hava, men hinar matstovurnar náa lítið og einki.
Ein grunnur til matmentan manglar
Leif Sørensen ivast ikki í, hvør orsøkin er til hetta.
– Orsøkin er heilt einfalt, at tað eru ikki pengar til menning av matvørum, og eingin vil seta pengar av. Tí tað krevur pengar og nógva tíð at gera slíka verkætlan, sigur hann og vísir á eitt uppskot til at fáa pengar til vega.
– Vit hava nakrar sterkar fyritøkur í Føroyum, sum eiga nógvar pengar. Eg skilji ikki, at føroyskar fyritøkur ikki leggja pengar í onkran grunn, sum skal hava til endamáls at menna matmentanina í Føroyum. Eg trúgvi, vit høvdu blivið rættiliga rík, um fyritøkurnar dugdu at síggja, at tað er ein fyrimunur fyri tær. Tí tær kunnu eisini fáa ein ágóða av hesum, sigur hann.
Eitt dømi er royndarstovan NordicLab, sum danska toppmatstovan Noma stovnaði á sinni.
– Nú er tann verkætlanin farin undir Københavns Universitet, har fimm kokkar og fimm granskarar arbeiða við at finna fram til nýggj ting innan fyri mat. Tað hevði verið super, um vit høvdu havt okkurt líknandi í Føroyum, sum sjálvsagt bara var minni, sigur Leif Sørensen.
– Mann kundi ímyndað sær, at 0,01 promilla skuldi verið sett av hjá øllum fyritøkum, sum arbeiða við fiski ella øðrum, soleiðis at pengarnir kundu farið til onkra líknandi verkætlan. Um mann ikki setur pengar av til menning, so hendir eingin menning, men vit gera bara tað sama, sum vit altíð hava gjørt, sigur hann og vísir á møguligu effektina av slíkum grunni.
– Ofta tá mann ger royndarverkætlanir, so kemur bara 5% burturúr. Men tey fimm prosentini kunnu vera slóðbrótandi uppá nógvar mátar fyri eina mentan.
Vit kunnu gera fiskin øðrvísi
Leif Sørensen hevur fleiri tankar um, hvat mann kann umhugsa í mun til at víðarimenna føroyskar matvørur. Hann tekur eitt dømi um fiskavøru:
– Kunnu vit gera tað øðrvísi, enn vit gera tað í dag? Vit hava nógv fiskasløg í Føroyum. Men tað er til dømis eingin, sum ordiliga dugir at matgera makrel og sild. Um vit høvdu havt vitanina her í landinum og arbeiddu við at menna hetta, so kunnu vit finna nýggjar vørur. Men tað hugsar eingin um. Vit pakka tað í kassar, frysta tað og selja tað av landinum. Um vit gera nakað, so gera vit surimi, líka sum øll hini, sigur Leif Sørensen og konstanterar:
– Vit eru í einum dunnukassa. Vit eru noydd til at hugsa størri.
Stórir møguleikar í urtum
Ein annar smakkur, sum er serligur, er smakkurin, mann kann fáa úr urtum í føroysku náttúruni.
– Vit hava nakrar heilt fantastiskar urtir, sum geva ein góðan grønan smakk. Men trupulleikin í Føroyum er, at vit hava so fáar urtir. Mann kundi saktans gjørt ein ídnað burturúr tí, tí tað er stórt potentiali í urtum. So tað hevði verið upplagt, um onkur fór at dyrka tær og selja tær til matstovur bæði her heima og uttanlands, sigur Leif Sørensen.
Men av tí at marknaðurin er so lítil í Føroyum, er tað ein óviss verkætlan at kasta seg út í.
– Um pengar vóru til føroysku matmentaninina, kundi mann gjørt eina royndarverkætlan við at dyrka urtir í Føroyum í eini tvey ár, har matstovurnar veruliga brúktu tað í sínari matgerð, og mann kundi roynt at útflutt tað, sigur hann.
Sjálvur hevur Leif stóra virðing fyri urtunum og hevur tí altíð verið sera varin við at taka urtir, soleiðis at alt ikki verður uppi.
– Tað eru øgiliga fáar urtir, mann kann brúka í Føroyum, sum nú er. Eg veit til dømis, at tað eru tvær myntur, sum veksa í Føroyum og hava ein ótrúliga intensan smakk. Hin eina er eitt sindur meira sjáldsom enn hin og er ein myrk mynta, sum veksur eitt bestemt stað í Føroyum.
Tari smakkar væl
Eitt annað áhugavert er tari, sum vit hava nógv av í Føroyum.
– ES heitir á fólk um at eta meira tara, tí tað manglar so nógvur matur í heiminum. Tari er sunnur, og onkur tari er sera proteinríkur. Eitt ávíst taraslag í Føroyum hevur fleiri proteinir enn ein høsnarungi og fýra ferðnar meira vitaminir enn eitt súrepli, sigur Leif Sørensen.
Men hvussu so við smakkinum av tara?
– Allur tari smakkar ymiskt, og tað smakkar ikki so væl í byrjanini. Men tað blívur betri og betri, so tað snýr seg bara um at venja seg við smakkin. Eg elski tara, eg kann ganga og turka tara og eta tara sum snacks í heilum, sigur Leif Sørensen.