KÍ hevur fingið nýggjan málverja

Betrideildin menn: Aftur hevur KÍ fingið ein málverja, sum hevur spælt við 07 Vestur

KÍ og 07Vestur hava lopið um borg á málmansplássinum. Ari H. Petersen er eftir ynski leigaður út til 07 Vestur, og KÍ hevur nú gjørt tvey ára sáttmála við Sebastian Linnet John, sum í fjør vardi málið hjá júst 07 Vestur.

 

- KÍ er eitt felag, sum eg fjør fekk nógvan kunnleika um. KÍ hevur bæði í heimligu kappingini og úti í Evropa víst serliga styrki. Nú felagið vísti mær frá áhuga og greiddi mær ítróttarligu málsetningunum, ivaðist eg ikki í at taka av, sigur hann við heimasíðuna hjá KÍ, og leggur afturat:

 

- Eg gleði meg at koma til Klaksvíkar at hitta mínar nýggju liðfelagar og gleði meg eisini at koma í gongd við venjing og dystir. Eg eri vísur í, at vit fáa eitt frálíkt kappingarár.

 

Um Sebastian John sigur royndi málmansvenjarin, Geza Turi:

 

- Vit eru sera fegin um at fáa Sebastian John inn í KÍ hópin. Í 2024 hevði Sebastian ein týðandi leiklut við góðu avrikunum fyri  07 Vestur í Betrideildini. Hann kláraði seg væl í støðum ein-til-ein og hevur víst sannførandi førleikar í verjuketuni. Sebastian er stinnur bóltteknisk og tekur sær tryggur í tvørsendingum.

 

Eftir ætlan kemur Sebastian til Klaksvíkar miðskeiðis í komandi viku.