So er tað staðfest, sum í alt summar hevur ligið í luftini. Kjósin úr Kollafirði hevur vunnið føroyameistaraheitið í kappingini millum eldru genturnar.
Sætti FM róðurin var í dag í Sandavági, og sum undanfarnu fimm ferðirnar, so var Kjósin aftur í dag fyrst um málstrikuna. Tað ber við sær, at Kjósin í FM kappingini hevur 42 stig, og tá tað eru átta stig aftur til Spógvan, ið er næstfremst, vil tað siga, at Kjósin fer í Kollfjarðartunnilin og suður á ólavsøku sum FM vinnari.
Tá ið bátarnir fóru um málið var tað leyst millum Kjósina og Spógvan. Men kappingin var størri í dag, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Teinurin var meiri enn hálvrógvin, áðrenn munurin var meiri enn ein hálv bátslongd millum teir fremstu.
Kappingin um næstfremsta plássið var eisini stór. Títtlingur bjóðaði seg av álvara fram, og tá ið teir fóru um málið, var fjarstøðan millum Spógvan og Títtling bara ein hálvur skutur ella so.
##med2""
úrslit/rsf.fo
##med3##