Ein týsk stjórnarkelda visti í dag at siga, at týski kanslarin, Olaf Scholz, fyri fyrstu ferð síðan 2022 hevur tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Kreml váttar, at teir báðir hava tosað saman. Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi seinnapartin, er tíðindastovan, Reuters.
Aðrar tíðindastovur, sum bera tíðindini, eru eitt nú AFP og DPA. Týska stjórnarkeldan sigur við AFP, at samrøðan teirra millum vardi í ein tíma.
Tað var í oktober í ár, at týski kanslarin segði, at hann var til reiðar at tosa við russiska forsetan um møguleikarnar fyri at enda kríggið í Ukraina.
Sambært Reuters váttar Kreml eisini, at kanslarin og forsetin hava tosað saman og sambært Reuters, var tað Olaf Scholz, sum tók stig til samrøðuna.
##med2##
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur eftir øllum at døma ikki serliga nógv um, at Scholz og Putin hava tosað saman.
Volodymyr Zelenskyj heldur, at samrøðan kann hjálpa til at minka um "isoleringina" av Putin og viðvirka til at halda krígnum í Ukraina í gongd, skrivar Reuters.