Vit hava eina sera góða tænastu á Sandoynni og Skúvoynni, um sjúka ella vanlukka vitjar okkum. Læknin er á vakt alt døgnið, alla vikuna, alt árið og somuleiðis er við sjúkraflutningstænastuni í oynni. Hetta er ein sera góður tryggleiki fyri okkum, sum búleikast í Sandoyar Sýslu.
Nú mugu vit verja borg.
Um vit skulu varðveita hesar tænastur, eftir at Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, ja, so mugu vit vera á varðhaldi. Tað hoyrist nemliga í krókunum, at vit møguliga koma at missa sjúkraflutningstænastuna og læknavaktina, tá í koyrandi verður. Tað má ikki henda!
Tað er fínt, at lækni er á Læknamiðstøðini á Sandi í viðtalutíð, men vit mugu eisini tryggja okkum, at ein lækni verður á vakt á oynni 24 tímar um døgnið.
Eg kann nevna nøkur dømi um, hví tað er so alneyðugt at henda tænastan ikki verður tikin burtur í Sandoyar Sýslu:
- Vanlukka í Sandoyartunlinum, sum blokkerar fyri norðara munnan
- Vanlukka í Suðuroyartunlinum, sum verður í ger
Umframt hesi dømi, so er tað tann akutti sjúkraflutningurin, sum hendir fleiri ferðir um vikuna, har tað skal berast skjótt og rætt at.
Sjálvur havi er koyrt sjúkrabil og arbeitt sum viðgeri í fleiri ár og havi eg mangan hugsað, at her var ikki lív lagað, um tað ikki var borið skjótt og rætt at.
Tað vildi verið ábyrgdarleyst av okkara myndugleikum, um Sandoyggin verður uttan lækna og uttan sjúkrabil aftaná kl. 16 hvønn gerandisdag og hvørt vikuskifti.
Eg komi at arbeiða fyri, at vit varðveita hesa góðu tænastu, sum vit hava á oynni, um eg verði valdur á ting.
Sámal Hanni Lognberg
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið