Lán mær eitt oyra

Sonur mín, Magnus, gongur í 9. flokki. Eg plagi at hjálpa honum, tá hann hevur onkra innlating ella stíl fyri. Og tað geri eg sjálvandi fegin.

 

Eg royni at lata vera við at rokna ella skriva fyri hann, hóast eg ofta verði so hugtikin av evninum og serliga rokningini, at eg endi við at sita heil kvøld saman við honum. Eg elski hesar løturnar, og “vit” plaga at fáa rættiliga góðar karakterir.

 

Herfyri ringdi hann til mín úr skúlanum, errin, tí hann hevði fingið ein góðan karakter fyri ein stíl. Ein stíl, sum hann hevði skrivað sjálvur – uttan hjálp frá mær ella nøkrum øðrum.

 

Tann karakterurin var nógv meira verdur enn teir "vit" høvdu fingið frammanundan. Tí tað var hansara egna avrik. Hann hevði sjálvur arbeitt fyri tí. Tað gav honum sjálvsálit og sjálvsvirðing.

 

Koyrikort - og valkort

 

2400 av tykkum eru vorðin 18 ár, myndug, síðani seinast vit vóru á vali. Tit hava allarhelst tikið koyrikort, men enn hava tit ikki roynt at brúka tykkara valkort.

 

Vit í Tjóðveldi ynskja eisini at gerast myndug. At flyta heimanífrá og sleppa at seta okkum við róðrið í okkara egna bili. Tað merkir sjálvandi ikki, at vit kvetta sambandið við Danmark ella nakran annan, júst sum tit framvegis eru góð við tykkara foreldur, hóast tit eru vorðin myndug.

 

Nú skulu tit sjálvi taka avgerðirnar. Skulu tit vera handverkarar ella kanska sjúkrarøktarfrøðingar? Kanska hava tit funnið tykkum ein maka og ynskja tykkum børn? Og í dag skulu tit eisini velja tvey umboð á Fólkating. Óansæð, hvat tit velja, so er avgerðin tykkara. Tit megna sjálvi.

 

Nakað tað sama kann sigast um okkum sum tjóð. Sjálvandi klára vit okkum sjálvi. Sjálvandi kunnu vit taka ábyrgd. Sjálvandi kunnu vit taka egnar avgerðir.

 

Tá fáa vit sjálvsálit og sjálvsvirðing sum fólk og tjóð!

 

X við sjálvbjargni

 

X við ábyrgd

 

X við Tjóðveldi

 

X við E