Mæla til veiðibann fyri lodnu í Barentshavinum

- Endamálið við veiðibanninum, sum mælt verður til, er, at geva stovninum møguleikan at koma fyri seg aftur so skjótt, sum tað ber til, sigur norski havgranskarin, Georg Skaret

Havgranskarar mæla nú til, at tað verður fullkomið veiðibann fyri lodnu í Barentshavinum næsta ár. 

 

- Hetta er fyrstu ferð síðan 2021, at tilmælið er veiðibann, veit www.kystmagasinet.no at siga.

 

Kanningar vísa, at lodnustovnurin í Barentshavinum er ógvuliga illa fyri. 

 

- Hetta er galdandi bæði fyri árgangirnar fyri eitt til tvey ára gamlan fisk og árgangirnir fyri trý til fýra ára gamlan fisk.

 

Havgranskarin og ábyrgdarhavarin fyri lodnustovninum í Barentshavinum, Georg Skaret, sigur, at lodnustovnurin nú er líka illa fyri sum í árunum 2003 og 2014.

 

- Tí verður mælt til veiðibann fyri lodnu í Barentshavinum fyri 2025.

 

Georg Skaret sigur, at endamálið við veiðibanninum, sum mælt verður til, er fyri at geva stovninum møguleikan at koma fyri seg aftur so skjótt, sum tað ber til.

 

Seinast, at mælt varð til veiðibann eftir lodnu í Barentshavinum, var fyri vertíðina í 2021.