Sleppur Tjóðveldi í stjórn eftir valið 8. desember, skal tað ásetast í lóg, at manningarnar á føroyskum fiskiskipum ikki skulu rinda tilfeingisgjald.
Tíverri komu vit ikki á mál við einari lóg um tilfeingisgjald í CEF-samgonguni 2015-2019, men í veiðigjaldslógini, sum arbeitt varð við, beint áðrenn tann samgongan pakkaði saman, skuldi ein greið áseting vera um, at manningarnar á føroysku fiskiskipunum ikki skuldu vera við til at gjalda tilfeingisgjald.
Hetta stendur Tjóðveldi sjálvandi við enn, tað stendur eisini í okkara valskrá, og sjálvur ætli eg at standa rimmarfast við, at tað verða reiðaríini einsamøll, sum skulu rinda tilfeingisgjøldini.
Í Tjóðveldi síggja vit tilfeingisgjaldið, sum eitt gjald fyri rættindi. Tað er prísurin, sum tað einstaka skipið skal gjalda fyri at sleppa at fiska.
Men tað eru reiðaríini, sum eiga hesi rættindini, og tey kunnu enntá handla við teimum, uttan at manningarnar verða spurdar.
Manningarnar eiga ikki í hesum rættindum og hava onki ræði á teimum, og tí skulu tær heldur ikki rinda tilfeingisgjald.
Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi