NEI! - Eg havi ONGA KRÓNU rindað Christiani Andreasen!

Tað er valstríð, øll vilja hava umrøðu - og summi (til dømis Christian Andreasen) keypa sær umrøðu í dýrum dómum.

 

Men so eru onnur, ið fáa umrøðu fyri einki. Til dømis Javnaðarflokkurin - og serliga eg.

 

Fólkaflokkurin tosar ikki um annað enn okkum, og í síni síðstu, stuttu grein, nevnir Christian Andreasen meg 14 ferðir við navni.

 

Yes!

 

Fjúrtan ferðir!

 

Hetta fær fleiri at gita, at eg havi rindað honum fyri tað.

 

Tað fari eg hervið at avsanna. Maðurin fær onga krónu - hvørki frá Javnaðarflokkinum ella mær persónliga!

 

Annars vil eg staðiliga mæla øllum til at lesa hansara seinastu grein .

 

Hon liggur á Vp.fo