Skommin er hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum geva honum valdið.
Jenis av Rana hevur enn einaferð lýst sína mannvondu hugsan mótvegis samkyndum. Hann niðurger menniskjavirði og javnrættindi hjá sínum næsta. Hann noktar samkyndum at taka lut á jøvnum føti í fólkaræðinum og at røkja politisk størv.
Hetta stríðir ímóti øllum teimum virðum, hugsjónum og málum, sum Tjóðveldi byggir á. Og vit góðtaka hetta ikki á nakran hátt og taka alla hugsandi frástøðu frá tí.
Jenis av Rana er settur sum uttanríkisráðharri fyri føroysku tjóðina. Tað er løgmaður, sum hevur sett hann.
Tað eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum eru grundarlagið undir hansara sessi, sum hann dyggiliga misnýtir støðugt, niðurger fólk í Føroyum og aðrastaðni - og skaðar Føroyar úti i heimi.
Vit krevja, at løgmaður, sambandsflokkurin og fólkaflokkurin seta Jenis frá.
Annars vilja vit reisa misálit á løgtingi.
Høgni Hoydal
Formaður í Tjóðveldi