Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 31. oktober 2026.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32% og tann 1. oktober 2025 á 3,87%.
Karmurin á 8,19% er sostatt á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.