OYL 23: Elisabeth vann gull í 200 metrar rygg

Heiðursmerkini streyma inn til Føroyar í svimjihøllini á Guernsey

Elisabeth Erlendsdóttir hevur vunnið enn eitt gullheiðursmerkið í svimjihøllini á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Elisabeth, ið eisini hevur vunnið 100 metrar rygg vann í kvøld kappingina í 200 metrar rygg.

 

Vinnaratíðin hjá Elisabeth var 2:12.38.

 

Gemma Atherley úr Jersey vann silvur við tíðini 2:13.98.

 

Tatiana Tostevin úr Guernsey vann bronsu við tíðini 2:15.08.