Ferðandi týski leikstjórin, Wim Wenders, sum í 2016 var í Føroyum, hevur nú
verið í Tokyo og gjørt filmin Perfect Days, sum er japanska Oscaruppskotið í
ár.
Mikudagin sýnir Filmsfelagið henda nýggjasta filmin hjá Wenders.
Koji Yakusho, ið hevur høvuðsleiklutin sum Hirayama, ið vaskar vesi, fekk
fremstu virðisløn í Cannes fyri avrikið. Koji Yakusho er kendur í japanskum
filmi og bleiv heimskendur í Shall we dance (1996), sum á heimsmarknaðinum
varð mest seldi asiatiski filmur.
Umframt at vaska almenn vesi í Tokyo, síggja vit, at Hirayama livir eitt
stilt og friðarligt lív. Men onkra løtu fer hann hugsa um ta støðu hann er
í. Hirayama fer sama stað at eta hvønn dag. Hann keypir gamlar bøkur og
lesur til hann sovnar. Og meðan hann koyrir í bilinum - Wim Wenders er hin
fremsti at gera road movie - lurtar hann eftir gomlum kasettubondum við Lou
Reed og Patti Smith.
Úr lítillætna filminum Perfect Days, sum tók seytjan dagar at gera, og er
ein minimalistisk heilsan til meistaran Yasujirō Ozu, vaksa stórar
hugmyndir, sum eyðkennir ein rættan Wenders film, har gerandisdagurin verður
fagnaður.
Filmsfelagið: 17/4 kl 20:00 Perfect Days (Wim Wenders Japan 2023 123 min)