Politiskar royndir og netverk - alt at siga á Fólkatingi

Tað er tín avgerð, hvønn týdning tú heldur tað hevur at velja umboð á Fólkating - og ikki minst, hvørja tyngd tú velur av einum valevni í einum flokki, sum stillar upp.

 

Ein fólkatingssessur er ikki nakað ein eksperimenterar við, verður ein valdur - nei, farast skal til verka beinanvegin at leggja politiskar ætlanir og skapa úrslit.

 

Eg kenni um nakar politisku spælireglurnar í politikki - og tað er sera týdningarmikið fyri at skapa úrslit.

 

Eg havi eisini góða politiska dømikraft og havi royndir í altjóða politiskum arbeiði, sum er við til at tryggja góða politiska leiðslu, gott samstarv, og at røttu avgerðirnar verða tiknar til røttu tíðina

 

Eg vil halda politisku samstarvslinjuna hjá Sambandsflokkinum.

 

Fyrrverandi løgmenn vita, hvussu politisk úrslit verða nádd.

 

Samstarv, tryggleiki og vælferð er sera týdningarmikið í hesum ótryggu tíðum.

 

Set X við

 

Kaj Leo Holm Johannesen,

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið