Rækjustovnurin í Grønlandi er í fríum falli

NAFO mælir til eina minking í rækjuveiðini á 22.500 tons við grønlendsku vesturstrondina og 5.100 tons við eysturstrondina.

 

Ein nýggj frágreiðing hjá Northwest Atlantic Fisheries Organisation (NAFO) vísir, at rækjustovnurin í Grønlandi heldur fram við at minka.

 

NAFO mælir tískil til, at Grønland minkar rækjuveiðina við 27.600 tonsum í 2025 samanborið við 2024.

 

Grønlendska kringvarpið - KNR - vísir á, at hetta svarar til eina minking á 22.500 tons við vesturstrondina og 5.100 tons við eysturstrondina.

 

Sambært Ann Dorte Burmeister, sum starvast við Grønlands Naturinstitut, er orsøkin til minkandi rækjustovnin bæði ovurveiða og øktur toskastovnur.

 

Meðan rækjustovnurin í Vesturgrønlandi framvegis liggur innan karmarnar av tí, sum NAFO rópar "optimalur biomassi", er stovnurin í Eysturgrønlandi 42 prosent undir tí, sum verður mett at vera lívfrøðiliga burðardygt.

 

KNR veit at siga, at tørvur kann gerast á nýggjum tillagingum, tá nýggja fiskivinnulógin í Grønlandi kemur í gildi næsta ár.

 

- Her verður burðardygd eitt høvuðsmál, verður lagt aftrat.