RÆTTINDI HJÁ ÚTLENDSKA ARBEIÐARANUM

Treytirnar, ið útlendski arbeiðarin arbeiðir undir eru, at tá ið sáttmálin er liðugur, so verður hann sendur heim aftur. Tó eru keðiligar skuggasøgur komnar fram, har tað hevur víst seg, at arbeiðarin hevur sagt seg úr starvi, tí hann hevur verið illa viðfarin og/ella snýttur - og tá ið hann sigur seg úr starvi, verður hann eisini sendur heim aftur. Hetta hevur verið veruleikin hjá summum, ið eru komin til Føroyar at arbeiða. 

 


At misbrúka útlendska arbeiðsmegi - serliga tá tey einki bakland ella stuðulsskipan hava - kann als ikki koma uppá tal í einum landi, sum skal ynskja arbeiðaranum tað besta. Tí eiga vit at geva arbeiðsfjøldini rættin at fara uppí ALS at fóta sær, og tíð til at finna sær eitt nýtt starv við betri korum. 

Útlendskir arbeiðarar fylla ein stóran og týdningarmiklan part av okkara gerandisdegi. Teir fylla tey tómrúmini, ið eru komin vegna søguliga lága arbeiðsloysið. Teir rinda sítt til okkara vælferðaskipan, men kortini sleppa ikki at fáa ágóðan av tí, sum teir eru við til at fíggja. Hetta ætli eg mær at broyta, verið eg valdur á ting!

 


X við Paul Kjartan Matras

X við Javnaðarflokkin