Ríkisfelagsskapurin er karmurin um eina trygga tilveru

Vit skulu halda fram at beina markaforðingar av vegnum, so tað altíð er lætt at flyta seg runt í ríkisfelagsskapinum, ið er eitt trygt stað at búleikast

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið torir at siga hart og týðiliga, at vit ganga fult og heilt inn fyri ríkisfelagsskapinum, sum skal styrkjast og mennast í komandi tíðum.

 

Føroyingar eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi, hetta er vert at varðveita og menna í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland.

 

Okkara umboð á Christiansborg hevur í farnum valskeiðum rokkið nógvum góðum politiskum úrslitum. Í samráð við okkara umboð í Fólkatinginum hevur henda samgongan fingið eitt sera gott samstarv við donsku stjórnina og politikarar á Christiansborg.

 

Cpr-nummarið, tættari samstarv ígjøgnum nýstovnaða samstarvsráðið og stuðul til havgransking eru dømi um góða samlagið millum londini. Í komandi valskeiði fara vit m.a. at arbeiða fyri at stovna ein altjóða havgranskingarstovn í Føroyum. Okkara umboð í Fólkatinginum er ein stuðlandi millumliður, sum bæði arbeiðir fyri einstaka borgaran, og sum arbeiðir við yvirskipaðum loysnum, ið gera tað lætt at liva og flyta seg runt í ríkisfelagsskapinum.

 

Ríkisfelagsskapurin gevur okkum høgt kredittvirði úti í heimi, sum hevur við sær, at bæði vanliga húsarhaldið og vinnulívið hava eitt lagaligt rentustøði. Ríkisfelagsskapurin veitir okkum trygd, verju og góðar møguleikar at menna okkum. Í komandi árum skulu vit styrkja ríkisfelagsskapin fyri at geva føroyingum uppaftur fleiri møguleikar - bæði innanlendis og uttanlendis - í tøttum samstarvi við Danmark, Grønland og restina av Vesturheiminum.

 

Sambandsflokkurin sær tað sum sína fremstu ábyrgd at skapa tryggar samfelagskarmar og tryggja komandi ættarliðum eitt trygt og væl útbygt samfelag. Vit skulu hava smidligar skipanir millum londini í ríkisfelagsskapinum, sum eisini er ein lopfjøl hjá okkum út í heim, har vit umvegis danska ríkisborgararættin fáa atgongd til ES-skipanir.

 

Tað stutta av tí langa er, at vit eru fødd í einari smørholu við alskyns møguleikum, og hetta eiga vit ikki at lata okkum gleppa av hondum.

 

Sambandsflokkurin gongur heilhjartaður inn fyri ríkisfelagsskapinum og trygdini hjá Føroya fólki, tí eigur Sambandsflokkurin eftir mínum tykki at fáa umboð í Fólkatinginum á komandi fólkatingsvali.

 

 Far á val og gev Sambandsflokkinum tína atkvøðu.

 

 Bárður á Steig Nielsen,

 

formaður í Sambandsflokkinum