Rúni skal menna teir næstbestu

1.deild menn: Rúni Rasmussen skal menna teir næstbestu hjá NSÍ

NSÍ hevur sett Rúna Rasmussen sum venjara hjá 1. deild hjá monnum, boðar felagið frá. Rúni Rasmussen hevur mestsum verið ein fastur partur av ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ síðani 2015.

 

NSÍ skrivar, at hann hevur millum annað havt ábyrgdina av ungdómsliðum, menningarliðnum, og í seinni helvt av 2021 var hann hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá monnum. Í ár tók Rúni Rasmussen A-licens venjaraskeiðið hjá FSF.

 

Rúni Rasmussen hevur verið knýttur at úrvalsvenjingunum hjá FSF, og í ár var hann hjálparvenjari hjá U16 landsliðnum fyri dreingir.

 

- Vit í NSÍ gleðast um, at Rúni kemur at hava ábyrgd av 1. deild, og samstundis framhaldandi kemur at vera partur av menningararbeiðinum í felagnum, skrivar NSÍ.

 

NSÍ bleiv í fjør nummar sjey.