Russar dripið minst átta í álopi á ukrainskan bý

Eitt russiskt rakettálop í dag hevur dripið í minsta lagi átta fólk og særdi 39 afturat í havnarbýnum Odesa í landsynningspartinum av Ukraina.

Bæði sunnudagin og mánadagin varð Odesa-landsluturin raktur av russiskum álopum. Myndin er tikin eftir álopið sunnudagin. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Tað boðar guvernørurin í Odesa-landslutinum, Oleh Kiper, frá á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni Reuters.

Odesa liggur við Svartahavið og var áðrenn kríggið ein avgerandi havn, haðani Ukraina millum annað sendi korn uttanlands.

Rakettálopið á Odesa hendi ein dag eftir, at 11 fólk doyðu og í minsta lagi 89 fingu skaða í býnum Sumy í landnyrðingspartinum av Ukraina.

Tíðliga sunnumorgunin fór Russland undir eitt stórt álop á "kritiskt undirstøðukervi" í stórum pørtum av Ukraina, sum síðani gjørdi, at streymurin var burtur.

 

/Ritzau/

 

Bæði sunnudagin og mánadagin varð Odesa-landsluturin raktur av russiskum álopum. Myndin er tikin eftir álopið sunnudagin. - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix