Í 2019 samtykt Fólkatingið at gera eina broyting í lógini um “betaling for akut og fortsat sygehusbehandling af visse personer uden bopæl i Danmark.” Tíverri rakti henda broytingin ótilætlað føroyingar og grønlendingar, ið vóru staddir í Danmark í eitt longri tíðarskeið og høvdu tørv á sjúkrahúsviðgerð.
Endamálið við lógarbroytingini var at krevja inn gjald fyri viðgerð frá ferðafólki og øðrum, ið ikki eru úr ES-londum, EBS-londum ella Sveis. Men av tí at Føroyar og Grønland ikki kunnu flokkast í nakran av omanfyrinevndu bólkum, var avleiðingin, at føroyingar og grønlendarar skuldu gjalda fyri ikki-bráðfeingis læknahjálp í Danmark.
Men í fjør varð lógin broytt, millum annað eftir áheitan frá fólkatingsmanni Sambandsfloksins. Edmund Joensen gjørdi í oktober 2020 vart við skeivleikan við at senda Magnusi Heunicke, heilsumálaráðharra, ein fyrispurning, um hvørt ráðharrin ætlaði at taka stig til at finna eina loysn, soleiðis at grønlendingar, danir og føroyingar fingu somu atgongd og somu kor til víðari viðgerð í øllum ríkisfelagsskapinum. Ráðharrin segði seg vera sinnaðan at gera eina slíka broyting, og seinni bleiv lógin rættað til og samtykt á Fólkatingi, soleiðis at føroyingar og grønlendarar eisini verða fevndir av lógini.
Hetta er eitt dømi um, hvat Sambandsflokkurin vil brúka ein fólkatingssess til.
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin