Í morgin, hósdagin 13. oktober, fer Sambandsflokkurin at leggja fram sína valskrá til fólkatingsvalið 2022.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum, og fundurin verður klokkan 11.
Valevnini hjá Sambandsflokkinum verða við, og tað verður Bárður á Steig Nielsen, formaður, sum fer at leggja fram vakskránna.