Eg ynski sambandsumboðan á Fólkating og sum sambandsmaður og virkin á politiska pallinum, so er tað fyri mær púra sjálvsagt, at eg stilli upp til fólkatingsvalið, sum verður nú 31. oktober.
Eg ynski at gera mítt besta, soleiðis at vit fáa sambandsumboðan niður á Fólkating, tí einki er meiri náttúrligt enn tað, at Sambandsflokkurin hevur umboðan á Fólkatingi.
Tað er ónáttúrligt, at flokkar, sum ynskja ríkisfelagsskapin har, sum piparið grør, skulu virka á Fólkatingi.
Eg vil útvikla og ikki avvikla ríkisfelagsskapin
Eingin ivi skal vera um, at Sambandsflokkurin er einasti veruligi sambandsflokkur í Føroyum.
Sambandsflokkurin ynskir ikki bara at varðveita, men sanniliga eisini at útvikla ríkisfelagsskapin - ríkisfelagsskapin, sum gevur okkum føroyingum so ótrúliga nógvar og góðar møguleikar.
Henda ríkisfelagsskap ynski eg at verja, útvikla og av fullum huga virka fyri, at hann altíð passar væl til okkara nútíðarsamfelag. Í hesum arbeiði stendur Sambandsflokkurin rættiliga einsamallur, tí hinir politisku flokkarnir vilja í veruleikanum avvikla ríkisfelagsskapin - nakrir skjótari enn aðrir.
Eg vil arbeiða konstruktivt og semjusøkjandi
Einsamallur í politikki megnar tú einki – tú kemur snøgt sagt ongan veg.
Sambandsflokkurin vil við sínum hóvliga, avbalanseraða og ríkisskapsvinarliga politikki, altíð arbeiða konstruktivt og semjusøkjandi við allar partar í Fólkatinginum. Slíkur arbeiðsháttur er vegurin fram, og hesum arbeiðshátti taki eg fult og heilt undir við.
Vit hava sæð, at tá Sambandsflokkurin hevur umboðan á Fólkatingi, so verður arbeitt soleiðis og seinastu fýra árini hava veruliga víst, hvussu Sambandsflokkurin arbeiðir - konstruktivt og semjusøkjandi og við góðum úrslitum, sum tæna Føroya fólki best.
Eg avloysti Edmund Joensen á Fólkatingi í eitt styttri tíðarskeið í 2020. Har fekk eg so møguleikan at royna meg í Fólkatinginum og eg má siga, at tað dámdi mær stak væl.
Eg eri klárur til uppgávuna!
Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!
Magnus Rasmussen,
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið