Samgongan má frá fyri at fáa gongd á grøna orku

Vit tosa ov nógv um at fáa bilar at leggja um til grøna orku, men vit áttu heldur at spurt reiðarar, nær skipaflotin fer at leggja um, sigur løgtingskvinna

Seinastu tíðina hava vit lagt stóran dent á at fáa bilar og hús at leggja um til grøna orku. Men samstundis verður roykurin úr skorsteinunum á skipunum bara svartari og svartari. 

 

Tað vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, á í einum lesarabrævi í morgun. Hon vísir á, at í Føroyum er útlátið frá bilum bara 10 prosent av øllum útlátinum, men útlátið frá fiskiflotanum er 42 prosent. Tí eiga vit at leggja størsta dentin á at fáa skipaflotan at leggja um til grøna orku. 

 

Tað er ikki óhugsandi, at fiskakeyparar einaferð í framtíðini fara at seta krøv um fiskavørur skulu hava eitt grønt stempul, heldur hon og tað er hetta, vit eiga at seta kikaran á, heldur løgtingskvinnan.

 

Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur ongar vónir um, at tað fer at henda fyrr enn hendan samgongan er farin frá.

 

 

 

Trýst HER og les meiri um, hví hon kortini ongar vónir hevur um, at tað fer at henda fyrr enn ein nýggj samgonga er komin framat.