Tað gongur væl í Sands kommunu, og væntandi verður spakin skjótt settu í til nýggja útstykking og nýggjan barnagarð á Sandi.
Fyri nøkrum árum síðan varð nýggj útstykking gjørd Uppi á Ryggi á Sandi við 13 planeraðum grundstykkjum við vegi, gøtuljósum og øllum íbindingum.
Ústykkingin, sum nú liggur fyri framman, verður gjørd norðari og í framhaldi av hini fyrru. Sambært ætlanini fáa vit 33 nýggj grundstykki, og tað verður uppat hesi nýggju útstykking, at nýggi barnagarðurin til eini 100 børn verður bygdur.
Málið er, at arbeiðið við nýggju útstykkingini og planeringini til nýggja barnagarðin fer í gongd í næstum, og miðjað verður eftir, at barnagarðurin stendur uppi, áðrenn hetta valskeiðið er runnið.
Verandi barnagarður á Teigum er ikki tíðarhóskandi longur. Hann er bygdur uppí eini eldri sethús, og hevur verið góður í fleiri ár.
Nú kommunan er væl fyri, og útlit er til vøkstur við nýggju farleiðini undir Skopunarfirði, er tíðin eisini komin til, at vit fáa ein tíðarhóskandi stovn á Sandi – ein stovn til okkara dýrgripir, sum børnini eru og tess dugnaligu starvsfólk.
Á Sandi er góður og lutfalsliga nýggjur barnaskúli, og soleiðis er eisini í Skopun, har barnaskúlin nýliga er útbygdur og hevur fingið góðar umstøður.
Dagføringar eru eisini gjørdar á felagsskúlan Inni í Dal, har skúlanæmingar úr 6. flokki og uppí 10. flokk úr allari Sandoynni ganga, men Inni í Dal er enn langt á mál við neyðugum dagføringum.
Hetta er ein spennandi tíð í øllum kommunum í Sandoynni, og hetta er ein spennandi tíð í sýsluni.
Í Skopun er eisini nýggj útstykking, og í Skálavík er sjøtil settur á íbúðarbygging. Um ikki leingi, fáa vit tunnilssamband og eina tíðarhóskandi farleið millum Húsavík og Dal, sum er harðliga tiltrongd.
Aðrar ætlanir eru eisini í sýsluni, sum eg her ikki havi nevnt.
##med2##
Aðrar perlur í okkara sýslu við sínum sermerkjum eru Skúvoy og Stóra Dímum. Í Skúvoy er landbúnaður og rímilig ferðavinna í summarhálvuni, og í Stóru Dímun fáast óføru bóndahjúnini við landbúnað og velting.
Nú vit fáa Sandoyartunnilin um eitt ár, verður eisini Skúvoy flutt nærri miðstaðarøkinum í Føroyum.
Tað tekur ein hálvan tíma við Sildberanum úr Skúvoy til Sands, og síðan kunnu eisini skúvoyingar koyra av bryggjuni á Sandi til 80 prosent av Føroyum, eins og stórur partur av Føroyum kann røkka Skúvoynni á sama hátt, tá tunnilin er veruleiki.
Tær samferðsluútbyggingar, sum okkara ættarlið fremur í dag – við nýggjum tunli, sum er komin til Hvalbiar, Fámjinstunlinum, tunnlinum millum Húsavík og Dal, tunlunum Norður um Fjall og ikki minst Sandoyartunlinum eru útbyggingar, sum fara at koma okkum núlivandi og komandi ættarliðum til góðar.
Hetta eru alt útbyggingar, sum flyta Føroyar fram á leið.
Bæði vinnuliga í Sandoynni og fyri fólkið í sýsluni annars er hetta ein fantastisk tíð, har vit koma at uppliva ein framburð, sum vit ongantíð áður hava upplivað í so stórum stíli.
Eg vil gera mítt til, at henda samferðsluútbygging fer at koma okkum øllum í Sandoyar sýslu til góðar.
Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi.