Sasha og Lugi máttu lúta á útivølli

Liðið hjá Aleksandar Lacok er nummar níggju í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Ígjár spældu føroyski landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasha" Lacok og liðfelagarnir í Lugi dyst á útivølli í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað bleiv til eitt sera tepurt 34-35 tap fyri heimaliðnum, Anderstorp. Í steðginum var Lugi á odda 15-14.

 

Sambært Facebook-síðuni hjá Lugi stóð Sasha væl í málinum hjá Lugi, og tað eydnaðist honum eisini á einum sinni at kasta bóltin í málið hjá Anderstorp.

 

Lugi er nummar níggju í deildini við níggju stigum fyri 11 dystir. Teir eru bert fýra stig frammanfyri liðini, ið liggja á plássunum sum geva beinleiðis niðurflyting. Lugi hevur fimm stig upp til fjórða plássið, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting aftaná lokið grundspæl.

 

Mánakvøldið 25. november spælir Lugi dyst á heimavølli móti Varberg.