Tað verður viðhvørt tikið til, at føroyingar ikki eiga at sita á Fólkatingi. Hesum eri eg als ikki samd í.
Fólkatingssessurin er ein grundlógartryggjaður rættur hjá føroyingum og grønlendingum, og vit eiga at gagnnýta hann til okkara fyrimun. Ikki minst til at varpa ljós á tey øki og tey viðurskifti, ið viðkoma okkum føroyingum.
Ein hin fremsta orsøkin til, at eg stilli upp til Fólkatingið fyri Sambandsflokkin, er, at tað verða eitt hav av lógaruppskotum smíðað, ið kunnu hava beinleiðis ávirkan á Føroyar sum tjóð og á føroyingar. Her skulu vit hava eitt vakið eyga.
Eg ivist ikki eina løtu í, at øll tey, ið hava stillað upp, vilja Føroyum tað besta – men tað gera vit ikki við at mótarbeiða fólkatingsarbeiðnum. Tað gera vit við at vera semjusøkjandi viðspælarar.
Harumframt er tað týdningarmikið at fara inn í hvørt einasta lógaruppskot, ið bara luktar av onkrum, ið kann vera viðkomandi fyri ella hava ávirkan á Føroyar og føroyingar, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tað ætli eg mær at gera, og tað er ein av orsøkunum til, at eg stilli eg upp til fólkatingsvalið.
Tað er ongin loyna, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið gongur heilhjartaður inn fyri støðugari menning og modernisering av Ríkisfelagsskapinum. Hesum vil eg arbeiða sterkt fyri, føroyingum at frama – set tí X við Sambandsflokkin og gjarna við meg.
Hanna Ovadóttir,
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið