Vit eru millum heimsins ríkastu lond. Vit eru enntá ríkari enn “móðurlandið” Danmark, tá ið hugt verður at bruttotjóðarúrtøkuni fyri hvønn íbúgva. Men vit smæðast ikki at taka pengar frá skattgjaldarum í Horsens, Svendborg ella Næstved. Sum um, at skattgjaldarar í Klaksvík, Tvøroyri ella Runavík høvdu viljað, at teirra skattakrónur vórðu brúktar til at fíggja líkt og ólíkt í Danmark!
Allíkavæl standa valevni á rað og bjóða føroyingum danskar pengar. Summi lova lestraríbúðir til ungar føroyingar, sum fara niður at lesa. Tað merkir, at danski ungdómurin má ganga húsvillur, tí pláss skal vera fyri føroyskum lesandi.
Er tað í lagi? Nei, sjálvandi ikki.
Onnur vilja hava danska statin at fíggja suðuroyartunnilin. Hvar skal Danmark finna pengarnar til suðuroyartunnilin? Í danska heilsuverkinum, kanska? Ella kanska taka pengarnar frá donsku útbúgvingarstovnunum?
Er tað í lagi? Nei, sjálvandi ikki.
Fær man virðing ella ábyrgd sum fólk og tjóð við at lova pengar hjá øðrum burtur? Nei, heldur ikki.
Vit uppføra okkum sum eitt trøllvaksið barn, sum býr inni hjá mammu síni. Eitt trøllvaksið barn, sum vinnur meira enn mamman, men framvegis vil hava lummapengar. Tað er ikki gott fyri nakran – hvørki mammuna ella barnið.
Hetta má halda uppat.
Tíðin er komin at uppføra okkum sum vaksin fólk. At taka ábyrgd fyri okkara egnu tilveru. Byggja okkum egið hús. At flyta heimanífrá.
Tá fáa vit virðing, sjálvsvirðing og ábyrgd – bæði sum fólk og tjóð.
Tíðin er komin at lata mammu brúka pengarnar uppá seg sjálva. Vit skulu nokk klára okkum uttan.
Liljan Weihe
Valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi