Sjúklingatrygd

Nú eg stilli upp  til fólkatingsvalið er tað eitt av mínum hjartamálum  at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar til sjúkraviðgerð.  Eg vil arbeiða fyri  at stytta og bøta um viðgerðina og økja um sjúklingatrygdina.

 

Tíðin hjá sjúklinginum  í Danmark skal verða  so stutt og effektiv sum møguligt og so lítið tyngjandi fyri sjúklingin sum til ber. Fyri at náa hesum   er avgerandi neyðugt,  at samstarvið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið er í topp.  Allir relevantir upplýsingar um sjúklingin skulu verða  tøkir, tá hann kemur til Danmarkar.

 

Somu kanningar, sum sjúklingurin er farin ígjøgnum í Føroyum,  skulu ikki  gerast umaftur í Danmark, tí  skipanirnar í Føroyum og í Danmark ikki tosa saman. Úrslitið av hesum verður , at viðkomandi upplýsingar um sjúklingin ikki eru tøkir í Danmark, og tað má  byrjast av nýggjum við kanningum. Hetta krevur nógva tíð og orku. Ikki bara hjá heilsuverkinum, men sanniliga eisini hja sjúklinginum.      Arbeiðið, sum er gjørt í Føroyum skal ikki gerast umaftur  í Danmark. Tryggjast skal, at sjúklingurin fær   røttu viðgerðina skjótast møguligt.  Tíðin er í nógvum førum ein avgerandi faktor fyri útlitunum hjá sjúklinginum.

 

Eitt av amboðunum til  at náa hesum er at fáa  nýggju  føroyska talgildu heilsuskipanina at samvirka  við tí donsku,  soleiðis at journalupplýsingar eru tøkar í bæði føroyska og danska heilsuverkinum.

 

Við vón um eitt gott fólkafloksvæl