Postarnir býttir í nývalda býráðnum í Nes kommunu

Allar samtyktir á skipanarfundinum hjá Nes kommunu í kvøld vóru einmæltar.

Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú formliga skipað á almennum skipanarfundi í kvøld.

 

Súni í Hjøllum, sum varð fyrst valdur, bjóðaði vælkomin og greiddi frá ásetinginum í Kommunustýrislógini um skipan av kommunustýrinum.

 

Síðan var val av borgarstjóra og varaborgarstjóra, umframt val av nevndarsessum og umboðanarsessum.

 

Tá val var av borgarstjóra, var uppskot um at velja Súna í Hjøllum til borgarstjóra, og uppskotið varð einmælt samtykt. 

 

Uppskot var eisini um at velja Atla F. Johansen til varaborgastjóra, og hetta uppskot varð eisini einmælt samtykt.

 

Uppskot vóru eisini til val av nevndum og umboðum, og hesir sessir vórðu soleiðis mannaðir.

 

Fíggjarnevnd: Súni í Hjøllum, formaður, Atli F. Johansen og Henning Erhardsson Joensen

 

Tekniska nevnd: Høgni Hansen, formaður, Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi og Rannvá í Túni Petersen.

 

Mentanarnevnd: Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, forkvinna, Høgni Hansen og Niels Jacob Nielsen.

 

Trivnaðarnevnd: Rannvá í Túni Petersen, forkvinna, Atli F. Johansen og Henning Erhardsson Joensen.

 

Skálafjarðar Sløkkilið: Súni í Hjøllum.

 

Eldrasamstarvið Roðin: Súni í Hjøllum og Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi.

 

Kongshavnar havn: Niels Jacob Nielsen.

 

Umboðsráðið í SEV: Niels Jacob Nielsen.

 

Skúlastýrið: Henning Erhardsson Joensen og Rannvá í Túni Petersen.

 

Umboð í IRF: Atli F. Johansen.

 

Barnaverndarnevndin: Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni og Andrias Magnussen.

 

Nes Sóknar Musikkskúli: Niels Jacob Nielsen og Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi. 

 

Ferðavinnubólkurin: Óla Kristian á Torkilsheyggi, Elsa í Hjøllum og Rannvá í Túni Petersen

 

Heimild til at undirskriva kommununar vegna: Borgarstjórin og kommunuskrivarin

 

Øll val vórðu einmælt samtykt á skipanarfundinum í kvøld.